Depositphotos 10386785 L
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Aftursvar til Eli Brimsvík um serskattaskipanir

26. juni. 2023 | Áskoðan

Summar broytingar í serskattaskipanum kunnu vit gera av okkara eintingum. Aðrar krevja altjóða samstarv.

Í lesarabrævi í farnu viku viðger Eli Brimsvík sjónarmiðið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um at avtaka serskipanir á arbeiðsmarknaðinum. Í fyrsta partinum av brævinum endurgevur hann sjónarmiðið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um at vit eiga at javnseta skattligu treytirnar hjá teimum, sum arbeiða í útlandinum, við skattligu treytirnar hjá teimum sum arbeiða í Føroyum. ”So langt so gott”, sigur Eli Brimsvík, og spyr síðani, um Føroya Arbeiðsgevarafelag eisini ætlar at FAS-skipanin skal avtakast.

Til hetta er at siga, at tað eru nakrar serskipanir, sum Føroyar kunnu broyta av sínum eintingum, og so eru tað aðrar, sum krevja eitt samstarv við onnur lond. At javnseta skattligu treytirnar hjá teimum starvsfólkum, sum arbeiða í útlandinum, við teimum sum arbeiða í Føroyum, kunnu Føroyar gera av sínum eintingum. Broytingar í FAS-skipanini krevja hinvegin samstarv við onnur lond, tí tað fær sannlíkt lítla ella onga ávirkan, um Føroyar av sínum eintingum avtaka FAS-skipanina.

So leingi sum vit hava aðrar líknandi skipanir sum DIS og NIS og meira fjarskotnar skipanir, hevði einasta avleiðingin av at avtikið FAS-skipanina sannlíkt verið, at skipini í staðin vórðu skrásett í líknandi skipanum uttanlands. Hetta hevði verið neyðugt, tí føroysku reiðaríini annars ikki høvdu verið kappingarfør. Tí er tað misvísandi at nevna avtøku av FAS-skipanini sum eina møguliga eyka skattainntøku hjá landinum, uttan samstundis at hava eina greiða avtalu við onnur lond um at hetta verður gjørt sum eitt samskipað, altjóða átak, har líknandi skipanir uttanlands eisini verða broyttar ellar strikaðar.

Niels Winther, stjóri
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Annað á breddanum

  1. Fysiskar blokadur eru ólóglig stríðsstig

    Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sent teimum fýra arbeiðarafeløgunum í verkfalli hvør sítt skriv um, at tað er ólógligt stríðsstig at forða fyritøkum í at gera sítt lógliga arbeiði.

    18. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)
  2. Ferðavinnufelagið mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu, soleiðis sum tað fyriliggur

    Síðani uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu varð lagt fram, eru stórar og grundleggjandi broytingar í uppskotinum gjørdar.

    17. Mai. 2024 | Ferðavinna
    Depositphotos 276270656 XL
  3. Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir

    Tað eru grundleggjandi tvær fortreytir, sum gera av, um verkfallið er galdandi fyri starvsfólk ella ikki.

    16. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)