Smyril 545X348

Umstøðurnar fyri farmaflutning á Suðuroyarleiðini mugu betrast

02. apríl. 2024 | Áskoðan | Burðardygd

Vinnuhúsið saknar, at landið setur sær mál fyri tænastustøðið á sjóvegis farleiðunum. Serliga átrokandi er tað á Suðuroyarleiðini.

Seinnu árini eru stórar samferðsluútbyggingar gjørdar, sum hava betrað um karmarnar hjá føroyskum vinnulívi innan farmaflutning. Serliga kunnu nevnast íløgurnar í undirsjóvartunlar og havnaútbyggingar.

Tó hevur Suðuroyggin ikki nøktandi flutningskarmar fyri vinnulívið á staðnum. Kapasiteturin er ikki nøktandi fyri verandi virksemi og tíansheldur fyri tær útbyggingarætlanir, sum fyritøkur í Suðuroy hava. Harumframt eru eisini avbjóðingar við vantandi regulariteti og við ferðaætlanini.

Hetta er støðan, hóast ein stórur partur av farminum fer beinleiðis úr Suðuroy til útlandið við farmaskipum.

Landið hevur átikið sær ábyrgdina av at skipa samferðslumøguleikarnar, og hevur sambært § 2 í ll. um fólka- og farmaflutning skyldu til at skipa fyri nøktandi sjóvegis farmaflutningi. Soleiðis sum støðan er í dag, livir landið ikki upp til lógarásettu skylduna, tí flutningurin er ikki nøktandi í 2024.

Vinnupolitikkur snýr seg um at skipa góðar karmar fyri vinnuliga virksemið, so fyritøkur hava góðar umstøður at kappast, mennast og framleiða varandi virði. Hetta er galdandi fyri øll øki í Føroyum, eisini í Suðuroy.

Vit fara óivað einaferð at fáa ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar, men til tann tunnilin er veruleiki, má landið skapa nøktandi umstøður í sjóvegis sambandinum, so fyritøkur hava góðar umstøður at flyta farm til og frá oynni.

Eitt fyrsta stig í hesum kundi verið, at myndugleikarnir seta sær mál fyri tænastustøðið á sjóvegis samferðsluni kring landið, herundir eisini til Suðuroyar. Vinnuhúsið luttekur fegið í einum slíkum arbeiði í mun til vinnuliga flutningin.

Annað á breddanum

  1. Fysiskar blokadur eru ólóglig stríðsstig

    Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sent teimum fýra arbeiðarafeløgunum í verkfalli hvør sítt skriv um, at tað er ólógligt stríðsstig at forða fyritøkum í at gera sítt lógliga arbeiði.

    18. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)
  2. Ferðavinnufelagið mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu, soleiðis sum tað fyriliggur

    Síðani uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu varð lagt fram, eru stórar og grundleggjandi broytingar í uppskotinum gjørdar.

    17. Mai. 2024 | Ferðavinna
    Depositphotos 276270656 XL
  3. Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir

    Tað eru grundleggjandi tvær fortreytir, sum gera av, um verkfallið er galdandi fyri starvsfólk ella ikki.

    16. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)